Site Overlay

Vælverukvøld fyri kvinnur 13. jan.

Vælverukvøld fyri kvinnur leygarkvøldið 13. januar kl. 19 í vælveruøkinum hjá Klaksvíkar svimjihøll.

Her er møguleiki at forkela teg sjálva. Allar kvinnur 18 ár+ vælkomnar. Saunagos verður, og okkurt sunt, søtt og salt til matna. Vit hava vælveruøkið í heili tveir tímar, og umstøðurnar eru tær bestu í Føroyum. Innandura er dampbað, gosbað, hitaklivi. Uttandura eru tvey gosbað, kalt kar og stór sauna.
Kostnaður einans 195 kr.Avmarkað atgongd. Send tpost til ccf@ccf.fo og tú fær nærri boð 🙂