Site Overlay

Jólahald 23. nov. kl. 17

Hugnaligt jólahald verður aftur í ár fyri ccf limum við makum og børnum hósdagin tann 23. novembur. kl. 17 í Megd í Havn.

Á skrá er millum annað jólabingo, pakkaspæl, kaffi, the, karamellir, mandlurís við vinningum og
drigið verður millum øll møtt um fisk frá nýggja Gadus og tvey festivalarmbond.

Tiltakið er ókeypis. Melda til við at senda tpost við tal á vaksnum og børnum til ccf@ccf.fo seinast 21. novembur.