Site Overlay

Tíðindaskriv

Leyst lív, blóð, pína, krampar og luft í maganum

Dagfest: 06. mai 2022

Leyst lív, blóð, pína, krampar og luft í maganum eru nøkur av sjúkueyðkennunum, sum man stríðist við, tá ið man hevur tarmsjúku. Tó eru fá tarmsjúk, ið tosa um tað, og nógv velja at stríðast í stillum og fara ikki til lækna. 

Hetta ætlar Colitis Crohn Felagið at broyta, tí øll hava uppiborðið at fáa tað hjálp sum ber til, so at støðan kann gerast  so góð sum gjørligt. Colitis Crohn Felagið er felag hjá tarmsjúkum, avvarðandi og øðrum áhugaðum. Føroyingar hava tíverri heimsmet í tarmsjúkum. Yvir 1.000 fólk í Føroyum hava staðfest tarmsjúku, men talið er óivað hægri. Sum sagt eru nógv, sum hava sjúkueyðkenni, men ikki tora at tosa um sjúkuna, ei heldur at fara til lækna. 

Tveir, ið tora at tosa um tarmsjúku, eru politikararnir Aksel V. Johannesen og Djóni Nolsøe Joensen. Teir hava báðir tarmsjúku, og umboða Colitis Crohn Felagið í bókini, sum Megd gav út í fjør. Har kann man lesa teirra søgu um hvussu tað er at liva við tarmsjúku. Felagið gleðist um, at teir eru við til at bróta tøgnina við at tosa alment um tarmsjúkur.


Lýsingarátak
Felagið skipar, við hjálp frá góðum stuðlum, fyri lýsingarátaki. Tríggir stuttfilmar eru framleiddir av Kovboyfilm v/Thomas og Michael Koba, og umframt á teimum miðlunum, fara teir at vera vístir í sjónvarpinum í “Gevið gætur”, sum er eftir Dag &Viku týskvøld. Kovboyfilm hevur nýtt dugnaligar føroyskar sjónleikarar, og filmarnar vísa veruleikan, sum hann er. Har eru støður, har høvuðsleikarin má leypa frá, tí hann noyðist á ves, og tað skal vera her og nú. Ljóð er eisini á, so man hoyrir, hvussu tað rumblar í maganum. 

Møguliga kunnu filmarnir skaka onkran, sum heldur, at tílíkt ikki er hóskandi, men endamálið er, at ein leggur merki til filmarnar, og óhepnu støðurnar ein kann koma í, tá ein hevur tarmsjúku. Tarmsjúk eru ofta á ves, og tað kann ikki bíða, tí velja tey ofta støð frá, sum ikki hava ves. Megd hevur varpað nógv ljós á atkomuligheit, men hjá tarmsjúkum, snýr tað seg um ves, og enn eru tíverri nógvir handlar í Føroyum, sum ikki hava almenn ves. Tað er eisini onkur venjingarmiðstøð, sum ikki hevur ves, og á nógvum almennum støðum, har tiltøk eru, eru alt ov fá ves, so her kann støðan gerast betri. 

Umframt at hjálpa uppá hetta, vónar felagið,við lýsingarátakinum, at bróta tabu, at fáa fólk at tosa um tarmsjúkur, og at fara til læknan at søkja sær hjálp. Umframt heilivág kann man fáa ávísing til dietist, sum arbeiðir á Landssjúkrahúsinum, tí hjá mongum hjálpur tað at leggja kostin um. Tað er ikki ein felags leistur, men tað snýr seg um at finna útav, hvat riggar fyri tann einstaka. 

Eisini er tað nøkur, sum eru til viðgerð í trýstkamari, og tað hjálpir uppá tarmbruna. Tað verður nógv nýtt aðrastaðni td. á Ríkissjúkrahúsinum í Danmark. Eitt trýstkamar er á Landssjúkrahúsinum í Havn, men tað verður tíverri ikki nýtt, hóast nógv høvdu ynskt tað, og hava spurt um tað. Men Janus Joensen á Faroe Dive hevur trýstkamar í Klaksvík, og fleiri við tarmsjúku hava roynt tað við góðum úrslitum.


Tiltøk
Felagið skipar javnan fyri tiltøkum av ymsum slag, og sunnudagin 15. mai kl. 14 fer Høgni Sloan Justesen at hava forvitnissligan fyrilestur við heitinum: “Kunnu kostur og rørsla ávirka tína sjúku?”.
Tað er á Glasir, og tilmelding er innan 12. mai við at senda tpost til ccf@ccf.fo

Tann 29. mai fer Janus Joensen at greiða frá um viðgerðir í trýstkamari, somuleiðis á Glasir. Nærri kunning um tilmelding til tað tiltakið kemur seinni.

Ætlanin er eisini at skipa fyri einum vælverudegi, áðrenn summarferian byrjar.


Tekna teg sum lim
Við at tekna seg sum lim, tað kostar 300 kr. um árið, stuðlar man felagnum. Somuleiðis sleppur man ókeypis til flestu tiltøk, sum felagið skipar fyri. 

Velur man familjuhald á 450 kr. um árið umfatar haldið alt húskið. Eisini fær man tíðindablað við áhugaverdum greinum, søgum og nýggjari gransking. Allur stuðul fer til kunning og gransking. Nevndin í felagnum er sjálvboðin, ólønt.

Til ber at lesa hvussu ein meldar seg til sum lim her: Tekna teg sum lim