Gerst limur her:
https://tarmsygdomme.dk/medlemskab/
Sum limur
- stuðlar tú felagnum at hjálpa
- fært tú CCF blaðið við áhugaverdum greinum
- fært tú høvi at hitta onnur við somu sjúku
- gert tú okkurt við sjúkuna, sum tú ella tíni kæru hava
- kanst tú fáa ókeypis ráðgeving: “Tarmlinjen” ella advokat
- fært tú ókeypis limakort (verður sent við posti í novembur). Limakortið er eisini eitt wc kort, sum ger, at tú kanst sleppa framum wc køina.
- fært tú limafyrimunir og avsláttur
M.a. í Norðurlandahúsinum og hjá Atlantic Airways kanst tú fáa eitt sólblómuband (Á donskum solsikkesnor). Við tí kanst tú sleppa skjótari fram m.a. eftirlitið, tá tú ferðast, sí meira á: https://www.youtube.com/watch?v=VOMgFHZf7Zg
