Site Overlay

IBD-granskingarverkætlan

IBD er ein stytting fyri enska heitið Inflammatory Bowel Disease, ið er eitt felagsheiti fyri kronisku tarmbrunasjúkurnar Crohns Disease og Ulcerosa Colitis.

Í Føroyum er títtleikin av tarmbrunasjúkum (IBD) lutfalsliga høgur. Orsøkin til høga títtleikan er ókend, men greitt er, at talan er um eitt samspæl millum eitt nú arv, immunverju, tarmbakteriur og umhvørvi. Í 2019 fór ein granskingarverkætlan í gongd, sum skuldi kanna hetta samspælið og greina, hví so nógv fólk í Føroyum fáa tarmbrunasjúkur. Verkætlanin er skipað soleiðis, at kanningarúrslit hjá einum sjúkubólki vórðu samanborin við kanningarúrslit hjá einum samanberingarbólki. 54 IBD-sjúklingar eru við í sjúkubólkinum, og um 160 FarGen-luttakarar játtaðu at vera við í hesum samanberingarbólkinum.
Ein partur av verkætlanini snýr seg um at samanbera lutfallið av tarmbakteriubólkum, eisini rópt mikrobiomið, hjá hesum báðum bólkunum fyri at vita, um henda vitan m.a. kann avdúka, um hesi viðurskifti hava ávirkan á høga sjúkutíttleikan í Føroyum. Niðanfyri verður greitt frá gongdini í hesum partinum.
Gransking hevur seinastu árini staðfest, at mikrobiomið í tarminum hevur alstóra ávirkan á okkara heilsustøðu. Tískil er tað av stórum týdningi, at vit nú hava fingið kunnleika til, hvussu mikrobiomið hjá føroyingum er samansett.

Góð og væleydnað luttøka

Tal av móttiknum:Luttakarar
Ulcerative Colitis luttakararFrískir luttakarar
Skarnroyndum54144
Spurnabløðum54173
Hári/Barnatonnum*20 /40/0

Fyrsti liður í fyrireikingunum var at fáa luttakarar at geva sítt íkast til granskingina. Vit settu okkum fyri at fáa tríggjar frískar luttakarar fyri hvønn luttakara við IBD. Vit gleðast um, at hetta málið varð rokkið, soleiðis at vit kundu framleiða tilfar, ið gevur góð og álítandi úrslit. Vit eru sera takksom fyri teir luttakarar, sum játtaðu at vera við í verkætlanini.

*Vit steðgaðu skjótt innsavningini av hári og barnatonnum, tí hetta bleiv alt ov umfatandi og riggaði ikki eftir vild.

Yvirskipað frágreiðing um arbeiðið

Úr innkomnu skarnroyndunum hava vit útvegað DNA. Úr DNA-royndunum fingu vit fleirfaldað mongdina av serstøkum bakteriellum ílegum, samstundis sum alt menniskja-DNA varð burturbeint. Vit hava síðani sett egið DNA-fingramerki á hvørja einstaka skarnroynd, sum er týtt við einum hátøkniligum sekvenseringstóli.


DNA-sekvensirnir vórðu greinaðir soleiðis, at vit kundu eyðmerkja, júst hvørjir bakteriubólkar vóru í einstøku skarnroyndunum, samstundis sum vit eisini fingu innlit í lutfallið millum hesar bólkar. Støddfrøðiligu greiningarnar eru gjørdar í samstarvi við Statens Serum Institut fyri at tryggja, at úrslitini eru á so høgum støði, sum til ber.

Goymsla
Allar innkomnar skarnroyndir eru goymdar og skrásettar í tryggu goymsluni hjá Ílegusavninum saman við útvegaðu DNA-royndunum. Dáturnar frá DNA-sekvensunum eru goymdar í tryggari “super-teldu” hjá Ílegusavninum, sum Elektron umsitur. Eingin óviðkomandi hevur  atgongd til hesa telduna. Um nýggj verkætlan verður sett í verk, har hesar skarnroyndir hava áhuga, skal hvør einstakur luttakari geva skrivliga váttan til hetta.

Úrslit
Føroyska IBD-granskingarverkætlanin er tann fyrsta, ið lýsir mikrobiomini í tarmunum hjá føroyingum. Granskingin varð løgd til rættis soleiðis, at vit fingu ein tvørskurð av føroyska mikrobiominum. Luttakararnir umboðaðu øll øki í landinum, eitt breitt aldursbýti, javnt kynsbýti, javnt býti av nýggjum og gomlum IBD-sjúklingum osfr. Hetta tryggjar dygdargóð úrslit, ið kunnu sammetast við tey hjá líknandi verkætlanum aðrastaðni í heiminum. Samstørv ímillum fleiri viðurkendar granskingarstovnar hava ferð eftir ferð víst, at tarmbrunasjúklingar missa fjølbroytni í mikrobiominum sammet við frísk. Tískil var hetta eisini tann niðurstøðan, ið vit væntaðu okkum. Men nú er greitt, at úrslitið, sum fyriliggur, bleiv øðrvísi. Úrslitið er sera forvitnisligt og stimbrar sjálvsagt áhugan fyri áhaldandi gransking á økinum, so ymsar hypotesur kunnu verða nágreinaðar.

Vit hava staðfest, at mikrobiomið hjá frískum føroyingum ikki er øðrvísi enn tað hjá føroyingum við Ulcerative Colitis (UC), – hvørki viðvíkjandi fjølbroytni ella nøgd av smáverum. Men hyggja vit nágreiniliga eftir flokkingareindunum, finna vit møguligar indikator-smáverur, ið eru hækkandi ella lækkandi hjá UC-sjúklingum sammett við frísk. Ein møgulig indikator-smávera er ein bakteria í flokkingareindini Verrucomicrobia, sum eitur Akkarmansia. Hon er sera týðandi fyri viðlíkahald av sunnum og mótstøðuførum tarmum, men hjá lutfalsliga stórum parti av luttakarunum er Akkarmansia ikki at finna. Hetta sæst hjá 42% av UC-sjúklingum og 23% av frísku luttakarunum.

Tað er umráðandi at hava í huga, at úrslitið eru ein tvørskurður. Nágreinilig gransking krevst fyri at staðfesta, um møguligu indikator-smáverurnar kunnu nýtast sum amboð til sjúkugreining ella persónliga sjúkuviðgerð í framtíðini. Um fígging fæst til vega, er ætlanin at halda fram við hesum arbeiði, har vit hyggja at mikrobiominum hjá føroyingum við IBD, áðrenn tey byrja uppá heilivágsviðgerð sammett við tríggjar og seks mánaðir eftir, at viðgerðin er byrjað.

Vísindalig grein um kanningarúrslitini er júst komin út í vísindaliga tíðarritinum Inflammatory Bowel Diseases, sum er eitt viðurkent amerikanskt tíðarrit hjá American Crohn’s and Colitis foundation, og kann lesast  her:

https://academic.oup.com/ibdjournal/advance-article/doi/10.1093/ibd/izab355/6524838

Arbeiðið varð fíggjað av Granskingarráðnum, Sjúkrakassagrunninum og Novo Nordisk Fonden.

Jóngerð Midjord MSc, Master í heilsuvísindum og sjúkrarøktarfrøðingur við serkunnleika í gastroenterologi
Kári Rubek Nielsen MD, serlækni innan gastroenterologi og yvirlækni á medisinsku deild
Amanda Vang PhD, verkætlanarábyrgdari við serkunnleika innan immunologi og mýliskari lívfrøði
Marjun á Fríðirksmørk Berbisá Cand.Scient, við serkunnleika í mýliskari lívfrøði og  smáverulívfrøði
Noomi Gregersen PhD, verkætlanarleiðari fyri FarGen
Turið Hammer Phd, serkunnleika innan fólkaheilsuvísindi og IBD í Føroyum
Johan Burisch MD, PhD, serlækni innan gastroenterologii við serkunnleika innan IBD og góður samstarvspartnari hjá føroyska IBD granskingarbólkinum. (ikki á myndini)

Februar 2022