Í hugnaligu hølunum hjá Norðbio í Klaksvík hevði Colitis Crohn felagið tann 25. februar áhugavert tiltak og aðalfund.
Asta Av Vollanum og Jógvan Hansen fortaldu, hvussu tað er at liva við tarmsjúku. Tað er sera djarvt at standa fram og fortelja veruleikan, sum hann er. Tey flestu av okkum áhoyrarum mundu kenna okkum aftur í meira ella minni mun.
Síðani hevði Tóra Lutzen, sálarfrøðingur fyrilestur, m.a. um angist, strongd og hvussu man ber seg at, tá man hevur tungar tankar. Vit fingu eisini góðar tónar frá Danny Baldursson.
Eftir tiltakið bjóðaði ccf leskiligar heimabakaðar køkur, the og kaffi og til seinast var aðalfundur. Tvey í nevndini valdu ikki at stilla uppaftur, og nevndin fer í næstum at savnast fyri at skipa seg.