Site Overlay

Colitis ulcerosa

Colitis ulcerosa minnur um Crohn, men er ikki í øllum tarminum, bert í endatarminum og langanum.

Man kann hava veik sjúkueyðkenni yvir langa tíð. Vanligt er, at man fær herindi og so er friður aftur í eina tíð.
Sjúkueyðkenni kunnu vera leyst lív við blóði, magapínu, ringan matarlyst og vektap.
Man kennir ikki orsøkina til sjúkuna, men flestu tilburðirnir eru í vesturheiminum og serliga í norðara parti, sum bendir á, at okkara lívsháttir ávirkar.
Føroyingar hava nógv hægri títtleika av maga-tarm sjúkum enn danskarir, og talið fyri títtleikanum heldur í 10 ár eftir at føroyingar eru fluttir til Danmarkar, síðani lækkar tað til danskt støði samb. Johan Burisch, ið granskar maga- og tarmsjúkur. Grein: https://propatienter.dk/sygdomme/mavetarm/657-forekomsten-af-tarmsygdom-stiger-ar-for-ar.html

Sí meira kunning um sjúkuna á:
https://ccf.dk/information/colitis-ulcerosa

Stomiposen: Colitis ulcerosa, min version