Site Overlay

Kostur

Ikki er lætt at vita, hvat tú kanst eta, tá tú hevur tarmsjúku, men tað er einki at ivast í, at kostur ávirkar.
Eitt gott ráð er at skriva matdagbók, so tú finnur út av, hvat tú tolir og ikki tolir.
Ein háttur er at byrja við bert at eta 1 – 2 matvørur, sum tú veist, at tú tolir. Tað kann vera havragreytur (uttan mjólk), egg og vatn og steðga við øllum øðrum, bert eta havragreyt og egg og drekka vatn í nakrar mánaðar, umframt vitaminir og møg. kostískoyti. Síðani kanst tú leggja eina matvøru afturat, royna matvøruna í 2-3 vikur, áðrenn tú roynir tí næstu.
Fleiri dømi eru um, at fólk hava fingið tað betur eftir at hava broytt sínar mat(ó)vanar.