Tiltakið um viðgerðir fyri tarmsjúku í Løkshøll í Runavík 6. mars var sera áhugavert.
Videobrot eru løgd út á Facebook vangan hjá felagnum
Fyrst bjóðaði Aksel V. Johannesen vælkomin. Aksel greiddi frá, at hann og Djóni Nolsøe Joensen eru við í bók, sum Megd gevur út seinni í ár.
Øll limafeløgini í Megd eru umboðað í bókini, og Aksel og Djóni hava tarmsjúku og umboða Colitis Crohn Felagið.
Kostur og rørsla
Jóna Ólavsdóttir, sum er útbúgvin yogalærari, kostráðgevi og fitnessinstruktør greiddi frá, hvussu týdningarmikið kostur og rørsla eru. Jóna hevði brennievni og sukur við, og vísti á, at hesi vóru atvoldin til, at okkara heilsustøða er ótrúliga nógv broytt. Vit røra okkum minni og eta meira ósunt. Mamma hennara, Asta Poulsen, sum hevur tarmsjúku, slapp eisini framat mikrofonini. Asta greiddi frá, at hon hevði verið sera sjúk, síðani hon var heilt ung, og Asta hevði roynt alskins heilivág og fingið stomi, men tað sum veruliga gjørdi mun fyri hana var kostur og rørsla. Tá hon legði kostin um fekk hon tað nógv betur. Tá Asta bleiv sjúk, eins og nú, var einki tosað um kost. Hóast tað er ynskiligt er eingin kostráðgevi á sjúkrahúsinum. Ein fær heilivág, og einki verður tosað um kost ella rørslu, sum heilt vist hava stóra ávirkan á okkum øll.
Donsk verkætlan um venjing
Colitis Crohn Felagið hevur verið í sambandi við Ken Lund frá Odense universitetssjúkrahúsinum, sum er á odda fyri spennandi danskari verkætlan, har man kannar hvørja ávirkan venjing hevur á aktiva tarmsjúku. Vit sóu videobrot um hesa kanning. CCF fer at venda aftur til Ken seinni, tá úrslitini frá kanningini eru tøk.
Trýstkamar
Janus Joensen frá Faroe Dive er vinnukavari og hevur eitt trýstkamar, har hann umframt kavarar, hevur viðgjørt sjúklingar við tarmsjúku. 22 ára gamli Dávid Kjeld er ein av teimum ið hevur roynt trýstkamarið, enntá heili 12 ferðir. Dávid greiddi frá, at frá hann var heilt lítil hevur hann havt tarmsjúku og ikki fingið etið. Hann hevur roynt alskins heilivág, fingið sondu og hevði ilt í liðunum. Men eftir at Dávid hevur roynt trýstkamarið, hevur hann tað munandi betur, hann fær nú etið aftur uttan pínu og hann hevur orku til at røra seg og vera úti millum fólk. Dávid kennur tað, sum hann hevur fingið lívið aftur.
Trýstkamarið hjá Faroe Dive í Klaksvík kann taka 6 sjúklingar um dagin, meðan tað á Landssjúkrahúsinum kann taka upp til 12 sjúklingar um dagin, men tíverri verður trýstkamarið á Landssjúkrahúsinum ikki nýtt. Trýstkamar verður annars nýtt á nógvum sjúkrahúsum uttanlands til at viðgerð fyri millum annað stráluskaðar, kronisk sár og akuttan bruna, har ímillum krabbameinssjúklingar og tarmsjúk. Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn hevur havt trýstkamar í yvir 20 ár, og fer í næstum at fáa størsta trýstkamar í norðurlondum fyri 70 milliónir.
Akupunktur
Til seinast vísti Gunnvá Wardum frá Statera hvussu akupunkturviðgerð fer fram. Akupunktur stavar frá Kina og hevur verið nýtt í yvir 3000 ár. Siðbundni kinesiski heilivágurin – akupunktur, er ikki bert symptomviðgerð, men ein viðgerð, sum fer eftir orsøkini til trupulleikan. Tað ger man við at ávirka kroppin umvegis akupunkturpunkt ymsastaðni á kroppinum. Akupunktørurin setur heilt fínar nálir inn í hesi ávísi punktini í húðini. Óluva Hermansen gongur javnan til akupunktur, og hon slapp at vera royndarkanin á tiltakinum. Gunnvá setti nakrar fínar nálir í beinini, og Óluva fekk als ikki ilt, men greiddi frá, meðan hon hevði nálirnar í, hvussu henda viðgerð hevði hjálpt henni. Óluva hevur stomi og tekur heilivág, men sigur, at
akupunkturviðgerðin fær heilivágin at rigga betur, og betrar heilsustøðuna. Gunnvá vísti á, at tað er týdningarmikið fyri at fáa tað betur, er at man ikki er strongdur, at man er í javnvág, bæði sálarliga og kropsliga. Eins og Jóna segði í byrjanini, má ein hugsa um hvat ein etur, røra seg og leggja dent á eginumsorgan.
Vinnarin av kappingini
Fyri at varpa ljós á tiltakið hevur kapping verið á Facebook, og Birgit Johannesen úr Klaksvík var hepni vinnarin av gávukortinum frá Statera, 5 akupunkturviðgerðir.
Birgit var glað, og vit áhoyrarar vóru somuleiðis glað fyri áhugaverda tiltakið, har vit fingu møguleika at hoyra meira um hesar viðgerðir, og søguna hjá fólkunum, sum hava roynt tær.