Site Overlay

Morbus Crohn

Morbus Crohn, eisini kallað bert Crohn, hevur fingið navnið eftir læknanum Burril Crohn frá New York, sum saman við starvsfeløgum í 1932 granskaðu sjúkuna. Crohns sjúkan er bruni í tarmunum. 600 nýggir tilburðir vera hvørt ár staðfestir í Danmark.
Fyrr trúði man, at sjúkan bert finst í ávísum partum av tarminum, men seinni hevur man funnið útav, at sjúkan kann vera allastaðni í tarmunum.
Tað er ymiskt, hvussu sjúkueyðkennini vísa seg, tengt av, hvussu nógv og hvar brunin er. Man kann hava veik sjúkueyðkenni yvir langa tíð.
Sermerkt fyri sjúkuna er, at man fær herindi og so er friður aftur í eina tíð.
Sjúkueyðkenni kunnu vera leyst lív møguliga við blóði, magapínu, ringum matarlysti og vektapi.

Mave-tarm kanalen

Sjúkan finst allastaðni á jørðini, tó eru flest dømi í tættbygdum býarøkjum í vestliga heiminum. Man hevur ikki kunna staðfest hvørjar umhvørvisorsøkir ávirka, men í seinastuni hevur man verið meira varugur við “innara umhvørvistáttir”, so sum natúrligi bakteriugróðurin í gørnunum. Tað er møguligt, at eitt verjandi føðsluevni er horvið frá kostinum. Her verður ofta tosað um fallandi mongdina av korni, trevjum, í kostinum hjá seinastu ættarliðum. Seinastu 40-50 ár er okkara nýtsla av kornúrdráttum næstan skorin niður í helvt.
Somuleiðis er royking staðfest at ávirka neiliga.

Brotið er umsett frá ccf.dk heimasíðuni, har meira kunning er:
https://ccf.dk/information/crohns-sygdom