Site Overlay

Tíðindi

Tann 7. mars 2020 var aðalfundur, har nýggja nevndin skipaði seg. Nevndin hevur nógv góð hugskot og er farin til verka.
Ætlanin er at hava áhugaverdar fyrilestrar, undirvísing í matgerð og samrøðubólkar m.a. fyri ungum og avvarðandi.

Meira enn 1.000 føroyingar hava tarmsjúku, og talið er støðugt vaksandi. Tarmsjúkurnar eru m.a. morbus crohn, colitis ulcerosa, mikroskopisk kolit og viðkvæman langa.

Colitis-Crohn felagið arbeiður m.a. fyri at

  • upplýsa og betra umstøðurnar hjá sjúkum
  • stuðla gransking
  • luttaka í norðurlendskum- og altjóða samstarvi

Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at senda ein tpost til ccf@ccf.fo