Site Overlay

Áhugavert tiltak

Leygardagin tann 24. oktobur 2020 skipaði CCF fyri spennandi tiltaki. Tað var gleðiligt, at so nógv vóru áhugað. Vit fingu fleiri nýggir limir, og vit ynskja teimum øllum vælkomnum.

Djóni Nolsøe Joensen orðstýrari, Kári R. Nielsen lækni, Jóngerð Midjord sjúkrarøktarfrøðingur, Rannvá Klein, Una Nielsdóttir Galán, Kári Horn

Tiltakið var ókeypis fyri limir, og ætlanin er at hava fleiri tiltøk framyvir. Tiltakið byrjaði við, at Kári Rubek Nielsen lækni greiddi frá tarmsjúkum við áhugaverdum dømum við myndum. Síðani fortaldi Turið Hammer frá sínari ph.d., og til seinast var spennandi prát um mangt og hvat, luttakarnir greiddi frá, hvussu tarmsjúka ávirkar teirra lív, og hvat tey hava gjørt fyri at fáa tað betri. Áhoyrarar settu spurningar, og forvitnisligt var at hoyra ivamál og ymiskar meiningar.